Skiftu troyggjur

Meðan KÍ byrjaði dystin mánakvøldið í vanligu bláu troyggjunum, var liðið í hvítum, tá seinni hálvleikur byrjaði. – Vit sóu alt fyri eitt, at her var alt ov myrkt, og tað merkist í spælinum, tá menn ikki síggja hvønn annan nóg væl. Tí góvu vit alt fyri eitt boð til Klaksvíkar um at fáa hvítu búnarnar til Skála, og hesir vóru komnir í taxa-bili, tá vit fóru inn til hálvleik, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá KÍ.