Fríggjadagin 17. juni skipaði Klaksvíkar kommuna fyri hátíðarløtu í sambandi við, at Jaspur Petersen vegna aldur nú takkar fyri seg sum fastur kommunulækni í Norðoyggjum. Fitt av fólki var til løtuna í býráðshøllini.
Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim og forkvinnan í trivnaðarnevndini hjá Klaksvíkar kommunu, Óluva Klettskarð, bóru fram heilsanir og tøkkir til nú fyrrverandi kommunulæknan.
Millum gestirnar í býráðshøllini annars vóru Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum og Turid Arge, aðalstjóri í heilsu- og innlendismálaráðnum. Umboð fyri Heilsutrygd vóru eisini við til hátíðarløtuna.
- Eitt, sum eyðkendi løtuna, var, at fleiri viðskiftafólk hjá Jaspuri Petersen møttu og fingu eitt prát við sín kommunulækna, sum nú takkar fyri seg í fasta starvinum, veit Klaksvíkar kommuna at siga.
Fráfaringarløtan fyri fyrrverandi kommunulæknanum í býráðshøllini endaði við samveru og práti aftur við klavertónum frá Torkili Mørkøre og einum góðum bita.