Skiftistíð kemur ikki uppá tal

Einstakar kommunur verða fíggjarliga fyri stórum smeiti, nú barnaansingarøkið eftir øllum at døma verður lagt út til kommunurnar at umsita og fíggja. Men tær kunnu ikki vænta at fáa eina skiftistíð at laga seg til broytingina, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður og landsstýrismaður í kommunumálum

Barnaansingarøkið fevnir eisini inn í málsøkið hjá landsstýrismanninum í kommunumálum, sum er Anfinn Kallsberg, løgmaður. Tí er tað hann, sum skal gera av, um kommunur, ið verða hart spentar fíggjarliga eftir hesa umleggingina, fáa eina skiftistíð.

- Nakrar kommunur fáa eina eyka útreiðslu, tá ið barnaansingin verður løgd út til tær at fíggja. Orsøkin til hetta er, at tær á barnaansingarøkinum eru útbygdar langt yvir miðal í mun til hinar kommunurnar í Føroyum. Tað skulu tær sjálvsagt ikki revsast fyri, men tær skulu líkastillast við hinar. Tær kommunur, sum hava raðfest barnaansingina høgt, hava fingið lutfalsliga nógv úr landskassanum. Tí kemur at vanta í. Meðan aðrar, ið ikki hava raðfest barnaansingina lægri, nú fáa møguleikan at raðfesta hana hægri, sigur Anfinn Kallsberg.

Av kommununum, sum fáa eina eyka fíggjarbyrðu næsta ár orsakað av umleggingini, verður Kirkjubøar kommuna harðast rakt í mun til fíggjarorkuna. Og tað viðgongur Anfinn Kallsberg.

- Endamálið við umleggingini er at gera ein greiðan skilna millum land og kommunu, og tí ber ikki til at fara inn í eina skipan, har landið letur endurgjald. Kirkjubøar kommuna er væl fyri fíggjarliga annars. Tey eru farin undir eina skúlabygging, sum kostar teimum nógv, og tí verður tungt hjá teimum. Ivaleyst verða tey noydd at hækka skattaprosentið, sum er lutfalsliga lágt. Høg raðfesting av barnaansingini merkir, at kommunurnar hava góð tilboð til allar íbúgvarnar í kommununi at fara út á arbeiðsmarknaðin og harvið útvega størri skattagrundarlag. Og harvið størri møguleika at gjalda eyka útreiðsluna við.

Kommunurnar, sum fáa eina eyka útreiðslu, nú barnaansingarøkið verður lagt út, eru Tórshavnar kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Kirkjubøar kommuna, Hósvíkar kommuna, Kvívíkar kommuna og Sunda kommuna. Fyri landskassan sær myndin soleiðis út eftir umleggingina, at kommunurnar samanlagt fáa eina meirinntøku, meðan landið missir einar 5-6 mió. krónur.


Tað kostar pengar at tjena pengar

Eins og landsstýrismaðurin í kommunumálum, metir eisini landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, at hesar einstøku kommunurnar fara at megna yvirtøkuna av barnaansingini.

- Í útgangsstøðinum havi eg ikki læst meg fasta í, at hetta er einasti mátin, vit kunnu umleggja økið. Men eg eri sannførd um, at hetta er tann mest praktiski mátin, tí vit samstundis rudda upp í øðrum viðurskiftum eisini. Tað verður størri gjøgnumskygni í virkseminum. Valdu vit eina aðra loysn, vóru tað kanska aðrar kommunur, sum fingu trupulleikar.

- Kommunurnar vita, at umlegging er á veg og at fíggjarætlanirnar hjá teimum skulu taka fyrilit fyri hesum í komandi ári. Metir løgmaður, at tað er rætt at gera eina skiftistíð, havi eg einki ímóti tí. Tann kommunan, ið kemur at gjalda mest, tá ið umlagt verður, er væl fyri fíggjarliga. Nógvar inntøkur fella í miðstaðarøkinum, og tað kostar pengar at tjena pengar, sigur Helena Dam á Neystabø.