Skiftistíðin einaferð enn

Hin nógv umrødda skiftistíðin verður brúkt umaftur og umaftur av landsstýrinum í rættvísgerðini av fullveldismálinum, og skal varðveita ynskidreymin hjá teim trimum landsstýrisflokkunum.

Ikki minni hevur hon verið brúkt, tó í tí førinum í negativum týdningi ? tey 4 árini - í ummælinum av tí ?harðrendu? viðferð, sum danska stjórnin hevur givið okkum samb. landsstýrismanninum í sjálvsstýrismálum, Høgna Hoydal.

At landsstýrið veruliga hevur hildið, at alt fór at ganga sum eftir ánni, tá teirra krøv um fullveldistreytir (tí annað kann tað væl ikki kallast) vóru løgd fram á samráðingarborðið, er ófatiligt og veruleikafjart. Alt skuldi bera til, og ávaringarnar frá Sambandsflokkinum vóru kveistraðar til viks við yvirberandi smíli.

Tað skal sláast fast, at Sambandsflokkurin hevur ongantíð ivast í, at vildu vit loysa, so kundu vit loysa, men at alt fór at vera ókeypis fyri okkum og fyri danskan pening, tað er ongantíð komið okkum til hugs.


Skiftistíðin sum prógv

Serliga seinastu tíðina, nú veljarakanningarnar vísa eina aðra mynd, enn landsstýrið hevði ætlað, nevniliga at teir ikki hava meirilutan av Føroya fólki við sær, er alt meira og meira sjónliga vorðið vent og snarað soleiðis, at nógv umrødda skiftistíðin skal prógva, at fólkið vil hava fullveldi. Skiftistíðin skal bara vera longri enn tey 4 árini, sum danska stjórnin gongur við til!

Hatta kann kann ikki annað enn kallast ?manipulatión?, tí hatta er ikki allur sannleikin!

Haldi meg minnast, at hin fyrsti at brúka argumentið var løgmaður, Annfinn Kallsberg, aftaná fyrstu veljarakanningina. Síðan tá hevur tað verið at hoyrt í heilum.


Leiðandi spurningar

Landsstýrismaðurin í sjálvsstýrismálum hevur einaferð í tinginum víst á nøkur dømi, hvussu ?leiðandi spurningar? kundu brúkast ella misbrúkast, og hann vísti á eitt dømi um kríggið í Vietnam, og hvussu ein kundi fáa fólk at svara játtandi uppá spurningin, um amerikanar skuldu halda fram við at bumba í Vietnam, sjálvt um teir meintu tað øvugta. Kynstrið var at venda spurningin soleiðis, sum tú vildi hava svarið.

Setur tú spurningin: Skulu vit hava eina skiftistíð uppá 4 ár ella 15 ár? ber væl til at fáa svarið 15 ár.

Men, vit skulu ikki gloyma, at endamálið við skiftistíðini er fullveldi, og tá eiga øll sambandssinnaði fólk at vera varin og at svara nei, bæði tá talan er um 4 ella 15 ár.


Løgmaður og heimildir

Annars kann tað undra, at løgmaður enn heldur seg hava heimild til at samráðast við danir um fullveldi, tí kanningar vísa jú, at hann hevur ein meiriluta av Føroya fólki ímóti sær. Talan er um týdningarmikið mál og snýr seg um framtíð Føroya, og sambært tí løgmaður alment hevur sagt, so hevur hann onki serligt vald, tí honum tørvar heimildir til so gott sum alt, um ikki rætturin hevur talað fyrst.

Um so er, so kundi eitt hugskot verið at spart løgmanstarvið burtur og brúkt tann peningin til okkurt annað, tí tá kundi onkur annar lættliga tikið sær av tí uppgávuni.


Lisbeth L. Petersen

løgtingslimur