Skiftistíðin avgerandi

? Verður skiftistíðin eini 12-15 ár, so taki eg undir við fullveldinum, um avtalan annars hevði verið nøktandi fyri føroyska samfelagið, sigur Halla Nolsøe Poulsen

Tað verður nógv tosað um skiftistíðina í sambandi við føroyska fullveldið, og hesin parturin av samráðingum er eisini avgerandi fyri, um Halla Nolsøe Poulsen kann taka undir við fullveldinum.

? Eg dugi illa at ímynda mær, at tað ber til at taka fullveldi við eini skiftistíð upp á fýra ár, sigur hon. Halla hevur lisið stjórnmálafrøði í tvey ár.

? Men er skiftistíðin eini 12-15 ár, so taki eg undir við fullveldinum, um avtalan annars hevði verið nøktandi fyri føroyska samfelagið.

Hon er samd við teimum sum siga, at um skiftistíðin verður fýra ár, so er ikki neyðugt við nakrari fólkaatkvøðu, tí føroyingar fara við vissu at atkvøða nei.


Danir sakna sjónarmið

Halla Nolsøe Poulsen sigur, at danir, sum hon lesur saman við, sakna, at føroyingar gera meira vart við sín Þi sjónarmið.

? Tað er so typiskt føroyskt, at vit helst tiga, men danir eftirlýsa, at vit koma meira fram við okkara sjónarmiðum, sigur hon.

Halla sigur, at tey fólkini, sum hon lesur saman við, ikki hava so negativan hugburð mótvegis føroyingum, sum so nógvir aðrir danir hava.

? Tey duga at síggja málið frá báðum síðum, og tey vita eisini, at tað ber illa til at taka eina avgjørda støðu, um tú ikki ert væl inni í málinum.


Vita lítið

Men Halla sigur seg kenna væl til tann meira útbreidda hugburðin millum danir, sum eisini gevur seg til kennar í lesarabrøvum í donsku fyrrapartsbløðunum.

Hon leitar nøkur útklipp fram, sum hon hevur lagt til síðis, nevniliga sum dømi um niðursetandi hugburðin hjá dønum.

? Danir vita lítið um fullveldismálið, men tann vanliga hugsanin hjá teimum er, at danir skulu gjalda, og føroyingar skulu ráða.

Halla sigur, at umframt skiftistíðin, so metir hon eisini viðurskiftini hjá føroyskum lesandi í Danmark at hava stóran týdning í samráðingunum.tir vánaliga úrsliti, 3-3, móti Slovenia.


Henry favorittur til ?Golden Boot?

Eftir frálíka avrikið hjá Fraklandi og Thierry Henry í 3-0 sigrinum á Danmark, er Arsenal áleyparin nú favoritturin at gerast toppskjútti í kappingini. Oddsini at Henry gerst toppskjútti eru 9-2, meðan hollendarin Patrick Kluivert og spaniólin Raul eru á ávikavist øðrum og triðja plássi.

Áðrenn kappingin byrjaði vóru oddsini fyri Alan Shearer sum toppskjútta 12-1, meðan tey eftir vánaliga avrikið móti Portugal bert eru 20-1.

Savo Milosevic og Zlatko Zahovic eru eisini komnir langt upp á listan at gerast toppskjúttar hjá veddingarfeløgunum, eftir at hesir báðir skoraðu tvey mál í part fyrsta dysti sínum.