Skiftisskipan millum gomlu og nýggju skipan

Løgmaður hugsar sær eina skipan, so landsstýrisfólk, sum hava upptjent fulla pensjón, ikki eisini fáa pensjónsgjald upp á 15 prosent

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur fleiri ferð­ir sagt, at hann vil ikki gera broytingar í sjálvum uppskotinum frá lønar­bólki­num, og tí leggur hann tað fyri tingið í fullum líki. Hann hev­ur kortini eitt alternativ up­p­skot.
Tað snýr seg um skiftis­skipan­ina millum gomlu og nýgg­ju skipanina.
Løgmaður sigur, at lands­stýrismenn hereftir bert fáa hetta pensjónsgjald (tey 15 pro­sentini, red). Aloft­ast fer gjald­ið í pensjónsskipan, sum teir fram­man­undan hava.
Landsstýrismenn, sum verða settir eftir kom­andi løg­tings­val, fáa upp í 15 prosent út­­gold­ið afturat lønini til pri­vata pen­sjóns­skipan, í mun til hvat teir hava vunn­ið sær eftir gomlu skip­an­­ini í landsstýrinum, har vunn­­in var eftir­løn­a­r­­rætt­ur líkn­andi tí í tænastumanna­eftirlønarlógini, og hvat teir hava vunnið eftir verandi eftir­lønarskipan á Løgtingi.
Tá ið ein persónur verð­ur landsstýrismaður, eru upplýsingar tøkar um, hvussu leingi hann hev­ur verið í tinginum, og hvussu leingi hann hevur verið landsstýrismaður eftir gomlu skipanini við tænastu­man­nalíknandi eftir­løn­ar­rætti.
Tá hevur hann vunnið sær eftirlønarrætt eftir talvu 2, árini í landsstýri eftir gomlu skipanini eru tvørturum, og árini í tinginum niðureftir.
– Tað er ikki rímiligt, at tey, sum hava vunnið fullan eftir­lønarrætt, eisini fáa eftir­lønargjald í (nýggja) efti­r­lønarskipan, sigur løg­maður.
Hann heldur tað heldur ikki vera rímiligt, at tey, sum hava vunnið næstan fult, fáa 15 prosent.
– Skotið verður tí upp, at eftirlønargjaldið minkar úr 15 prosentum niður í 0 prosent eftir talvuni 1. Til dømis fær hann, sum hevur vunnið sær 45 prosent, eftirlønargjald áljóðandi 4 prosent. Tey, sum einki hava vunnið í landsstýri eftir gomlu skipan ella á Løgtingi, fáa 15%. Sí talvunu 1. Á tómu plássunum skal standa 0.
– Við hesum uppskoti kann henda støða koma fyri: Ein gerst landsstýrismaður í 4 ár og fær 15%. Síðan er hann í tinginum í 16 ár og vinnur sær fullan eftirlønarrætt. Ein annar er fyrst í Løgtinginum í 16 ár. Fer hann tá í landsstýrið, fær hann 0%. Kann tykjast órímiligt, men tað ber neyvan til at fara eftir pengum, sum landsstýrismaður hev­ur fingið í sína egnu eftir­lønar­skipan, sigur løgmaður í alternativu hugsaðu orð­ing­ini.
– Uppskotið kann ikki leggja upp fyri øllum møguligum slíkum støðum, heldur løgmaður.
– Og tá verður tað ei heldur til at hava við at gera fyrisitingarligt, sigur hann.
– Við hesum uppskoti verða nakrar órímiligheitir tiknar burturúr. Verður lógin um eftirløn til løgtingslimir eisini broytt, fer at bera til at fáa enn fleiri órímiligheitir burtur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.