Eyguni á Tofta kai vóru í dag øll vend ímóti nýggja skipinum hjá partafelagnum Regn, sum hátíðarhald var fyri. Skipið er bygt í Noregi í 1990. Tá ið reiðaríið bjóðaði teimum, sum vóru komin at taka ímóti umborð, sást, at talan er um skip, sum er væl umsitið og sær gott út.
Anfinn Olsen, reiðari, greiddi frá, at nýggja skipið ber nýggjar møguleikar við sær. Tað er níggju metrar longri og tveir metrar breiðari enn gamla skipið, og tað hevur frystilast.
Aftanfyri skipið, sum í góðveðrinum í dag varð tikið ímóti, lá tað skipið, sum framvegis hevur navnið Stapin á síðuni. Anfinn Olsen upplýsti, at nýggja skipið fær navnið Stapin í næstu viku. Hetta navnið hava harvið fýra skip borið, síðani fyrsti Stapin kom á Toftir í 1969.
Tað hevur verið tosað og gitt um, hvussu gamli Stapin nú fer at eita. Tað avdúkaði Anfinn Olsen í dag. Navnið verður Skørin, sum skip hjá felagnum áður hevur itið.
Knút Høgagarð á Toftum verður skipari á Skøruni.