Skiftir frá Team Klaksvík til Stíf

Strandingar hava í dag styrkt felagið til komandi kappingarár. Stíf hevur nevniliga gjørt avtalu við Mark D. Dahl, sum í ár hevur verið ungdómsvenjari og leikari hjá Team Klaksvík. Mark D. Dahl skal hava fleiri leiklutir í Stíf.

 

Mark D. Dahl skal fyrst og fremst venja besta kvinnuliðið hjá felagnum. Harafturat verður Mark D. Dahl eisini venjari hjá fleiri av ungdómsliðunum hjá Stíf, umframt at danin eisini skal verja málið hjá besta mansliðnum hjá Stíf.

 

Stíf skrivar á heimasíðuni, at felagið fegnast um at fáa Mark D. Dahl til felagið.