Skiftir eigara

Norska oljuklædnaverksmiðjan Aalesund Oljekledefabrikk AS fær nýggjar eigarar í hesum mánaðinum, men høvuðspartaeigarin, Peter harald Aarkra, vil ikki siga enn, hvør tann nýggi eigarin er.

Aalesund Oljekledefabrikk AS varð stovnað í 1983. Í 1997 vórðu eigaraviðurskiftini broytt, soleiðis at tey, sum arbeiddu hjá fyritøkuni, gjørdust medeigarar. Tað hevur gingið væl hjá fyritøkuni. Í fjør var umsetningurin 26 milliónir norskar krónur og avlopið 3,6 milliónir fyri skatt. Í ár verður roknað við, at umsetningurin verður 28 milliónir krónur.

Umleið 40 prosent av framleiðsluni hjá fyritøkuni kemur frá vrksmiðjuni í Noregi, men hin parturin verður framleiddur í Kina og Teilandi, og nakað kemur eisini úr Suðurkorea.