HB vann í kvøld 3-1 í góðveðrinum í Gundadali ímóti Suðringum. Hóast talan var um tvey mála sigur, so ber tað til at siga, at suðringarnir mistu á stokkinum.
Búi Egilsson javnaði til 1-1 í seinna hálvleiki, tá ið hann rann frá heimaverjuni og málverjanum.
HB gjørdi tríggjar skiftingar. Longu í fyrra hálvleiki noyddist Aleksandar Stankov av vøllinum, eftir at Rókur av Fløtum Jespersen hevði lagt HB framum.
Síðstu løtuna vóru Heri H. Mohr og veteranurin Símun Samuelsen settir á vøllin.
Suðringar hildu leingi tørn, men fimm minuttir undan leikloki skrædnaði. Júst innskifti Símun Samuelsen varð leysur í spískum í vinstru, hann trillaði bóltin upp á tvørs til Hera H. Mohr, sum skoraði.
Og lítla løtu seinni var Símun Samuelsen aftur upp á spæl. Hann hevði góðan møguleika at royna sjálvur ímóti málinum, men hann valdi heldur sera lítið sjálvsøkið at trilla upp á tvørs til Øssur Dalbúð, sum takkaði fyri og staðfesti sigurin, ið ber við sær, at HB hevur 33 stig og er trý stig frá fjórða plássinum og NSÍ. Tað eru fimm stig fram til B36 og europeiska atgongumerkið.
Suðringar eru framvegis á sætta plássi við 24 stigum – eitt stig frammanfyri Skála og EB/Streym.










