Skifti ítróttargrein fyri at sleppa at umboða Føroyar

Hávard Vatnhamar luttekur á Føroyaleikum sum fyrireiking til Paralympisku Leikirnar í Tokyo

Ætlanin var, Hávard Vatnhamar skuldi luttaka í triathlon á Paralympisku Leikunum í Tokyo seinni í ár, men hetta verður av ongum, tí hann sleppur ikki at umboða Føroyar, men má luttaka undir donskum flaggi.

 

Tað vil Hávard Vatnhamar ikki og hevur tí skift ítróttargrein. Hann fer ístaðin at luttaka í maraton renning, og tað kann hann gera sum føroyskur luttakari.

 

Hetta vikuskiftið er Hávard Vatnhamar, sum býr niðri, í Føroyum fyri at luttaka í Føroyaleikum. Hann fer at renna Føroya Sunnasta Hálvmaraton í morgin, og tað verður brúkt sum fyrireiking til paralympisku kappingina síðst í august.

 

Niðanfyri ber til at síggja samrøðu við Hávard Vatnhamar.

 

##med2##