Lýggjari luft við ælaveðri rekur inn yvir Føroyar av suðri. Í morgin fer ein kuldabrúgv framvið av vestri og síðani fylgir kaldari luft og ælaveður. Mitt í vikuni fer ein hátrýstsryggur framvið sunnan fyri Føroyar og ger veðrið støðugari, áðrenn nýggj brúgvaløg nærkast av vestri seinni í vikuni.
Veðrið í dag
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Fyrst yvirhøvur skýggjað og sirm, men tað klárar í og onkrir sólglottar, áðrenn tað seinnapartin aftur verður samdrigið og stundum regn. Hitin millum 9 og 12 stig. Í nátt gul til stívt andøvsgul av suðri, 6 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Skýggjað og stundum regn og hitin um 8 stig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 6 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s, skýggjað og regn. Seinnapartin snarar hann í ein vestan og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, tað klárar í og verður samdrigið. Hitin millum 8 og 10 stig. Um kvøldið og náttina andøvsgul upp í ein strúk i vindi av vestri, 8 til 13 m/s, møguliga harðar hvirlur. Samdrigið, men sum frá líður okkurt æl. Hitin millum 3 og 7 stig.
Mikudagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein útsynning og um náttina makar í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 6 og 9 stig.
Hósdagin
Lot til andøvsgul av vestri, 2 til 7 m/s, sum spakuliga lækkar í ein sunnan. Turt og sólglottar og hitin um 10 stig. Um náttina øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Turt og meiri skýggjað og hitin millum 6 og 9 stig.
Fríggjadagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, stundum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Sum frá líður skýggjað og stundum regn. Hitin millum 7 og 10 stig.
Leygardagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn og hitin millum 7 og 10 stig.