Skiftandi várveður komandi viku

Danska veðurstovan DMI boðar frá sólarglottum, turrum døgum, regni, vindi og stillum døgum alt um hvørt annað.

Eitt lágtrýst millum Ísland og Noreg liggur nærum stilt og viknar. Mánadagin nærkast ein veikur hátrýstryggur Føroyum úr útsynningi. Týsdagin liggur eitt lágtrýst í ein útnyrðing úr Íslandi stilt og køld luft við ælum streymar móti Føroyum úr vestri. Mikudagin flytir lágtrýstið seg í ein landsynning, hósdagin oman yvir Føroyar og sum frá líður kemur kaldari luft yvir oyggjarnar úr útnyrðingi.

 

Veðurvánirnar 2. hvítusunnudag

Eitt lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 3 til 8 metrar um sekundið, sum um kvøldið snarar í ein útsynningi og veksur til eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og sólarglottar, men seinnapartin verður skýggjað av vestri og um kvøldið kanska regn. Hitin millum sjey og ellivu stig. Um náttina veksur hann vindin upp í eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av vestri, 8 til 13 metrar um sekunið. Skýggjað og stundum regn og hitin millum fimm og átta stig.

 

Týsdagin

Eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av vestri og útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, í støðum upp í hvassan vind, 15 metrar um sekundið, men um náttina makar hann vindin. Tað klárar í við samdrignum veðri og ælum. Hitin um dagin millum sjey og tíggju stig, um náttina millum fimm og átta stig.

 

Mikudagin

Sum frá líður eitt gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum seinnapartin minkar niður í eitt lot til andøvsgul, undir seks metrar um sekundið. Samdrigið og ælaveður, men um náttina yvirhøvur turt. Hitin um dagin um átta stig, um náttina niður í tvey stig.

 

Hósdagin

Eitt lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 8 metrar um sekundið, um náttina mest av norði. Skiftandi samdrigin luft og okkurt æli. Hitin um dagin um átta stig, um náttina niður í tvey stig.

 

Fríggjadagin

Eitt gul til stívt andøvsgul av norði og útnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum fýra og átta stig.

 

Leygardagin

Eitt gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og eystri, 5 til 10 metrar um sekundið. Yvirhøvur turt og kanska sær sólin. Hitin millum fýra og átta stig.