Skiftandi og óstøðugt veður komandi dagarnar

Eitt veikt brúgvalag við skýggjum og regni beint eystan fyri Føroyar fer í dag í ein vestan og í kvøld í ein landnyrðing og viknar. Í næstu viku koma fleiri lágtrýst inn móti Íslandi ella Føroyum av suðri og føra við sær óstøðugt veður við regni og vindi.

 

Veðrið í dag

Lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 3 til 8 m/s, stundum upp í stívt andøvsgul í støðum, 10 m/s. Um náttina lækkar hann í ein sunnan. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn, men út á dagin klárar í. Hitin um  dagin millum 7 og 10 stig, um náttina millum 4 og 8 stig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum um kvøldið makar eitt skifti. Fyrrapartin turt og sólglottar, annars skýggjað og stundum regn ella sirm. Hitin millum 7 og 12 stig.

 

Týsdagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 m/s, eitt skifti strúkur í vindi, 13 m/s. Seinni stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, eitt skifti upp í skrið í støðum, 18 m/s, og harðar hvirlur. Skýggjað og regn, men um kvøldið og náttina klárar í, tó at tað verður samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Mikudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri, 8 til 13 m/s, sum eitt skifti makar nakað. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Hósdagin

Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum lækkar í ein sunnan. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Fríggjadagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s, eitt skifti møguliga lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin um 8 stig.