List
Amariel Norðoy sýnir í hesum døgum fram 56 olju- og pastellmyndir í Smiðjuni í Lítlu Vík.
Framsýningin ber heitið "Skiftandi ljós", og evnið er Mikladalur.
Amariel Norðoy hevur arbeitt við hesum myndunum frá 1998 heilt fram til nú.
? Eg taki ofta myndir uppaftur og arbeiði víðari við teimum, sigur Amariel Norðoy.
? Ein er noyddur til at vera í gongd við nógvar myndir í senn, annars steðgar tú upp og kemur ikki víðari. Ofta havi eg nógvar myndir standandi, og so brádliga síggi eg á einari mynd, at har er okkurt, sum manglar.
Millum allar olju- og pastellmyndirnar eru eisini nakrar "skravimyndir", sum Amariel sjálvur kallar tær. Tað er málað við olju á træ, og síðan hevur hann skravað í myndirnar aftur, soleiðis at hann fær tær effektirnar hann vil hava.
Umframt at vera ein av kendastu listamálarunum í Føroyum, sýnir Amariel Norðoy fram á Galleri Sct. Gertrud í Keypmannahavn einaferð um árið. Har hevur Amariel verið fastur gestur í samfull 22 ár. Nú fyri stuttum hevur hann eisini havt eina listaframsýning í Fredriksberg saman við øðrum listamálarum.
Málningarnir hjá Amariel Norðoy eru abstrakteraðir ? impressionistiskir.
Framsýningin við olju- og pastellmyndum hjá Amariel Norðoy letur upp í dag klokkan 16.00, og hevur hann opið til klokkan 18.00. Amariel verður bert at síggja í Smiðjuni leygardagin og sunnudagin afturat frá klokkan 16.00 ? 19.00 hvønn dag.