Skiftandi hiti komandi dagarnar

Eitt hátrýst, 1035 hPa, yvir suðurnoregi fer spakuliga í ein sunnan. Tí liggja Føroyar í einum sterkum streymi av lýggjari luft av suðri. Seinni í dag kemur ein kuldabrúgv við regni inn yvir okkum av vestri og síðani ein sterkur streymur av køldum vindi og ælaveðri, somuleiðis avvestri. Mikudagin fer eitt nýtt brúgvalag framvið av vestri, og síðani enn ein kaldur streymur av vindi og ælaveðri.

 

Í dag

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum hvassur vindur ella skrið, 15 til 20 m/s. Skýggjað og regn ella sirm av og á. Seinnapartin hækkar hann í vestan og útsynning og makar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, og enn meiri regn. Hitin millum 5 og 8 stig. Í kvøld og í nátt klárar í, tó framvegis ælaveður og sum frá líður við vátaslettingi ella kava. Hitin úr frostmarkinum upp í 3 hitastig og vindurin millum 8 og 13 m/s av vestri og útsynningi.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein útnyrðing og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og kavaæl og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig. Um náttina lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 7 m/s. Fyri tað mesta turtu og stundum klárt og hitin millum 3 kuldastig og 2 hitastig.

 

Mikudagin

Hann øtlar vindin av suðri og verður sum frá líður andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og út á dagin avfall, fyrst sum vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 5 og 8 stig. Móti kvøldið andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri, um náttina av útsynningi, 8 til 13 m/s, eitt skifti upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst vátaslettingur og kavi, og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Hósdagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum um kvøldið lækkar í sunnan og makar. Samdrigið og ælaveður, lutvíst vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 2 kuldastig og 4 hitastig.

 

Fríggjadagin

Andøvsgul upp í ein strúk av vindi av suðri og vestri, 8 til 13 m/s. Fyrst regn ella vátaslettingur, seinni ælaveður, samdrigið og kava- ella vátaslettingsæl. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Leygardagin

Strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 m/s, síðani nógv regn og seinni aftur klárar í, tó ælaveður. Hann snarar í ein útsynning og makar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Hitin millum 3 og 8 stig.