Skiftandi avrik

Jógvan Martin Olsen heldur, at ein partur av óstøðugu avrikunum hjá landsliðnum kemst av føroysku kappingarskipanini

Fótbóltsprát

Dublin, Írland: Tað er einki at ivast í, at avrikið í fyrra hálvleiki mikudagin var av teimum heldur lakaru hjá føroyska landsliðnum.
Tá vit eftirfylgjandi fingu orðið á føroyska hjálparvenjaran, Jógvan Martin Olsen, viðgekk hann eisini uttan at blunka, at tað hevði verið rættiliga frustrerandi at sita uttanfyri og hyggja at, hvussu hetta gekk fyri seg.
- Vit spæla snøgt sagt ov illa fyri steðgin. Fyrstu fimm minuttirnar sær tað annars ikki so galið út, og vit megna at halda fast í 4-4-2 skipanini, soleiðis at liðið ikki søkkur ov langt aftur, men so fer at ganga galið. Gott nokk hevur Írland eitt gott lið, men vit geva teimum so sanniliga eisini loyvi at spæla. Har eru ongar tacklingar, einki press og eingin kropskontakt. Teir fáa alla tíðina hasar tveir tríggjar metrarnar ov nógv at spæla á, og tað vita vit kostar. Samstundis gera vit so eisini tann klassiska feilin, at verjan hjá okkum byrjar at renna øvuta vegin.
- Tíbetur batnaði hetta eftir steðgin. Tá fara vit nógv meira í teir, og sjálvt um onkur vil siga, at teir tá settu ferðina niður, so haldi eg sjálvur, at hetta minst líka nógv var okkum fyri at takka. Teir fingu ikki sama pláss at spæla á, og tað haldi eg, at vit eiga at vera nøgdir um.
- Men samanlagt, so er tað tann klassiski trupulleikin hjá okkum, sum ger seg galdandi. Vit vita av, at skulu vit hava góð úrslit, so mugu allir menn vera í topp, og so hava vit ikki ráð til, at helvtin av liðnum nærum koyrir í frígear. Somikið einfalt er tað, staðfestir Jógvan Martin.

Afturvenandi trupulleiki
Skal takast samanum undankappingina higartil, nú farið verður í vetrarfrí, so er einki at ivast í, at talan hevur verið um misjøvn avrik. Og eisini hesum er venjarin samdur í.
- Stigið á Cypros eri eg avgjørt nøgdur um, og avrikið heima móti Fraklandi, er eisini avgjørt góðtikið. Hinvegin var talan beinleiðis um vánaligt avrik í Sveis, og fyrra hálvleik her sóu vit nakað av tí sama.
Hongur tað kanska saman við, at føroyskir leikarar sálarliga ikki megna at spæla tveir dystir innan fýra dagar?
- Nei. Tað haldi eg ikki, tí veruleikin er jú, at vit megna at reisa okkum eftir steðgin móti Írlandi.
- Hinvegin haldi eg, at ein trupulleiki er føroyska kappingin, sum jú endar, áðrenn vit spæla seinastu landsdystirnir. Tað vísur seg ferð eftir ferð, at vit hava stórar trupulleikar um júst hetta mundið. Fleiri av feløgununum eru nærum farin í vetrarfrí fleiri vikur undan hesum, fysiska venjingin hevur verið í minna lagi, og hjá fleiri leikarum er tað kanska eisini so, at tað eru fleiri vikur síðani, at teir spældu ein intensan landskappingardyst. Tað er so avgjørt ikki tað besta, um tú skalt fyrireika teg til tveir krevjandi landsdystir, sigur Jógvan Martin.
- Akkurát, hvussu tann trupulleikin skal loysast, skal eg ikki koma við nakrari patent-loysn uppá. Men tað er altavgerandi, at vit hyggja at hesum trupulleikanum og fáa eitt orðaskifti ígongd, soleiðisi at trupulleikin kann loysast, staðfestir altso Jógvan Martin Olsen at enda.