Skifta vita í Dímun

Dímunarvitin skal skifta frá gassi til sólorku. Gamli vitin verður tikin niður í summar, og ein nýggjur settur upp

Vitin í Stóru Dímun syngur nú seinastu regluna. Hann verður tikin niður beint eftir 1. juni, og ein nýggjur verður settur uppaftur.

Í tíðarskeiðnum frá 1. juni til hálvan juli er vitin sløktur, tí so mikið ljóst er, at ikki verður hildið neyðugt at lata hann lýsa.

Avgjørt er, at skiftast skal frá at brenna gass til sólorku, og gamli vitin skal tí skiftast út við ein meira tíðarhóskandi.

Óla Jákup úr Dímun, bóndi í Stóru Dímun, sigur, at hann skal stoypa fundamentið, sum nýggi vitin verður settur á. Tilfarið til nýggja fundamentið varð flogið við tyrluni úr Sandvík hósdagin. Nýggi vitin fer at standa á sama stað, sum tann gamli stendur.

Nýggi vitin verður heldur størri enn tann gamli, sigur Óla Jákup úr Dímun. Hann verður rundur og víðari ummáls, eins og hann verður hægri, enn tann gamli var. Tí skal fundamentið eisini gerast eitt sindur størri. Og tað er hetta arbeiðið, dímunarbóndin skal gera. Sjálvur vitin verður so flogin út við tyrlu og festur á boltarnar. Síðan kemur fólk at montera og binda leiðingar í.

Sólorka hevur verið roynd í samband við vitarnar í Føroyum í nøkur ár, og hevur virkað væl.

Annars sigur Óla Jákup úr Dímun, bóndi í Stóru Dímun, at samskiftið í oynna í aðrar mátar er ikki nóg gott.

Fyri einum ári síðan hevði Sosialurin samrøðu við dímunarbóndan, har hann lat at, at internetsambandið í oynna var ógvuliga svikaligt.

Síðan hevur hann skift útgerðina út fyri at vita, um tað kundi vera orsøkin. Men skilið er tað sama, hóast hann hevur fingið nýggja teldu og tað, sum til hoyrir.

Óla Jákup úr Dímun sigur, at hann fær samband og kann byrja at arbeiða við onkrum, men so slóknar aftur. Tað ber stutt sagt ikki til at líta á internetsambandið í Dímun.

Tá hugsað verður um umstøðurnar annars, átti júst internetið at verið tann leiðin, har dímunarfólk fingu samband við umheimin.

Um fuglin sigur Óla Jákup úr Dímun, at tað hevur verið heldur minni av lunda at sæð í bakkanum, enn tað var hesa tíðina í fjør. Men nú skuldi hann helst komið, tí verpingartíðin er við at vera komin.

Um lomvigan sigur hann, at har hevur hann ikki rættiliga kannað eftir, hvussu støðan er. Men hann metir tó, at tað man vera á leið tað, sum hevur verið seinnu árini.