Snikkaravirkið, Børkin, hevur í eina tíð arbeitt í Nólsoyar skúla, við ymsum umvælingum.
Tað hava verið ymiskar umvælingsuppgávur, ið menninir frá Bjørkini hava tikist við í einar tvær-tríggjar vikur, og mánadagin varso farið undir at taka gamla asbest takið av.
Skjótt gongur, tí menninir arbeiða langt út á kvøldið, nú veðrið er so gott.
Tróður verður lagt undir og so tjørupapp, áðrenn listar verða lagdir. Og so kemur takið ovast.
Sum myndin vísir, eru teir næstan lidnir við niðaru síðu eftir bara tveimum døgum. Einir fýra-fimm mans eru í Nólsoy at gera hetta arbeiðið, og teir hava leigað eini hús at búgva í, meðan teir arbeiða í bygdini.
Børnini fingu ikki summarfrí fyrr enn farna fríggjadag, og tí kundu teir ikki fara undir at taka takið av, fyrr enn mánadagin.
Gongur sum nú, verður liðugt at skifta takið í hesari vikuni.










