Miðnámsskúlin á Kambsdali og Klaksvíkar HF-skeið, sum í fjør løgdu saman í ein stovn, hava nú fingið nýtt navn og búmerki.
Nýggja navnið er heilt einfalt Miðnám á Kambsdali. Búmerkið ímyndar tvær ternur á flogi.
- Terna er løtt á flogi, knøpp í vendingini og verjir um sítt. Hon ferðast langt, men kemur altíð heimaftur. Ternan er vøkur bæði í liti og skapi. Tvær ternur saman finna eisini eitt lættari flog enn ein terna einsamøll. Ternan hevur tí nógvar av teimum eginleikum, sum Miðnám á Kambsdali og Klaksvíkar HF-skeið seta sum mál fyri næmingar og starvsfólk, skrivar skúlin.
Miðnám á Kambsdali og Klaksvíkar HF-skeið er skúli við sera fjølbroyttum tilboðum. Heilar seks breytir eru á Kambsdali og fyrireikingarbreyt er í Klaksvík. Harumframt hevur skúlin akademiútbúgving og skeiðsvirksemi. Skúlin bjóðar eitt livandi og fjølbroytt undirvísingarumhvørvi við fleiri enn 600 næmingum og 100 starvsfólkum.