Skifta nú graslíkið í Sørvági

Nýggja graslíkið verður eftir ætlan klárt til næsta heimadyst hjá 07 Vestur.

Tá ið 07 Vestur og Skála í gjár spældu 1-1-javnleik, var hetta samstundis seinasti dystur á gamla graslíkinum í Sørvági, sum nú verður skift.


Í morgun fóru kommunan og sjálvboðin undir at taka graslíkið av, og eftir ætlan verða tey liðug við tað í kvøld. Síðani verður farið undir at leggja tað nýggja á.


07 Vestur skal nú spæla fýra dystir á útivølli á rað. Nýggja graslíkið verður væntandi klárt at taka í nýtslu til næsta heimadyst, sum er ímóti HB tann 3. juni.


Fróði Heri Poulsen hevur gjørt eitt sjónband av tá ið arbeiðið við at taka vøllin av í dag var farið í gongd. Tað sjónbandið sæst omanfyri.