Skifta millum tvær kirkjur í føstu

Tað er ikki øllum beskorið at eiga og brúka tvær kirkjur, men tað gera tey í Nes kommunu.

Tað er ikki fólkinum í hvørjari kommunu beskorið at eiga tvær kirkjur, men tað eiga tey í Nes kommunu. Gamla Nes kirkja er bygd í 1843, og Fríðrikskirkjan er bygd í 1994.

 

Nú vit eru í føstu, og fyrsta føstugudstænastan verður í Nes prestagjaldi í annaðkvøld - hóskvøldið 6. mars klokkan 20.15 - verður hon eins og undanfarin ár hildin í gomlu Nes kirkju.

 

Ymiskir prestar fara hesi hóskvøld at prædika í prestagjaldinum, og í annaðkvøld verður tað Theodor E. D. Olsen sum prædikar.

 

Fram til páskir verður føstugudstænasta hvørt hóskvøld í Nes prestagjaldi, harav tær fyrstu verða í Nes kirkju og hinar í Fríðrikskirkjuni.

 

Eftir hvørja gudstænastu verður boðið til kaffi ávikavist í gamla prestagarði á Nesi og í kirkjukjallaranum í Fríðrikskirkjuni.