Tað er tó einki at stúra fyri hjá teimum, sum óttast fyri, at trappurnar eru horvnar og ikki koma aftur, tí tær koma aftur.
Vanlig kloakkútskifting
Mikael Viderø, býararkitektur, sigur, at tað, sum verður gjørt í Posthúsbrekkuni í løtuni, bert er ein vanlig útskifting av kloakkunum á staðnum.
Arbeiðið er ikki tengt at umvælingunum í kjallaranum á gamla posthúsinum, har sum ein partur av býráðsumsitiingini nú heldur til.
Sum vit hava umrøtt í blaðnum her áður, so verður gamli posthúskjallarin gjørdur um til matarhøli hjá starvsfólkunum hjá býráðnum, og ætlanin er eisini, at talan skal verða um eitt matarstað, ið eisini hevur opið um kvøldarnar.
Nær arbeiðið verður liðugt, dugir Mikael Viderø ikki at siga í løtuni.