Skifta ikki trúgv

Ovasti dómstólurin í Malaysia staðfesti í gjár, at tað ber ikki til at skifta frá islam til kristindóm. Ein kvinna, sum hevur verið muslimur, men sum nú er vorðin kristin, søkti um alment loyvi til sítt trúarskifti, men dómstólurin sigur, at tað letur seg ikki gera. Teir tríggir dómararnir siga í úrskurðinum, at tað er bara tann islamski sharia-dómstólurin, sum kann geva kvinnuni loyvi til at strika orðið "islam" í sínum samleikaprógvi og at seta orðið "kristin" ístaðin fyri. Trúgvandi muslimar eru av teirri áskoðan, at tað er synd at taka við aðrari trúgv.