Skifta allar plátufrystararnar

Nú flakatrolarin Enniberg liggur, verða bæði ljósmotorur og allir plátufrystararnir skiftir. Enniberg hevur skift ljósmotor, og nú verða eisini teir tríggir plátufrystararnir skiftir. Arbeiði at skifta ljósmotor er um at verða liðugt, og í komandi viku skal motorurin roynast.

Sonny Johannesen, skipari, sigur, at plátufrystararnir eru allir líka gamlir, og nú onkur pláta so smátt er byrjað at leka, verða teir allir skiftir undir einum.

- Tað er maskinfólkið hjá okkum, sum ger arbeiðið við plátufrystarunum, sigur hann.

Tá Enniberg fer at loysa, verða 38 mans við.

- Skipið verður helst ikki klárt fyrr enn nakað langt út í næstu viku. Vit fara helst upp í Barentshavið at royna. Har eru hini bæði skipini í løtuni, Gadus og Vesturvón, og vit hava skilt, at tey hava góðan fiskiskap, sigur Sonny Johannesen, skipari.