Skeyt versonin í stríði um abbabarnið

Annar maður, sum var skotin í Keypmnnahavn í morgun, var versonur skjúttan.

Ein 67 ára gamal maður varð handtikin í morgun, og ákærdur fyri at hava skotið tveir mans í býarrættinum í Keypmannahavn.

 

Ein 57 ára gamal sakførari doyði av løstunum, meðan ein 31 ára gamal maður varð førdur á Ríkissjúkrahúsið, har hann varð skurðviðgjørdur. Støðan hjá manninum er álvarsom, men støðug og hann er uttanfyri lívsvanda.

 

Tað er nú komið fram, at 67 ára gamli maðurin er verpápi hin 31 ára gamla. Teir vóru í rættinum í samband við eini sak um samverurætt við trý ára gamla barnið hjá 31 ára gamla manninum. 67 ára gamli er faðir móður barnsins og møtti í rættinum í hennara stað.

 

67 ára gamli maðurin skeyt seks skot við eini avsagaðari riflu. Ein maður varð skotin inni í rættarhølinum, hin í gongini uttanfyri.

 

Sambært løgregluni varð 67 ára gamli maðurin handtikin uttan dramatikk.