Eitt fólk doyði, og trý vórðu særd, tá ein maður brádliga skeyt eftir fólki inni á einari matstovu í Rotterdam í nátt Maðurin skeyt fyrst inni á matstovuni og fór síðani út á gøtuna, har hann helt fram við at skjóta, til fólk lupu á hann og tóku byrsuna frá honum og hildu honum, til løgreglan kom.
Niðurlendska løgreglan veit ikki, hví maðurin skeyt, men møguliga stóðst tað av einari ósemju inni á matstovuni.
Tann 46 ára gamli byrsumaðurin er nú til avhoyringar.