Skeyt dómaran niður

Tað gekk hart fyri seg, tá Lazio um vikuskiftið spældi heimadyst móti Torino. Eftir hálvum tíma royndi Aleksandr Kolarov hjá Lazio seg við langskoti, og hetta rakti beint í skortin á Massimiliano Saccani, sum dømdi dystin. Dómarin small niður, og tað tók fleiri minuttir at fáa hann somikið frægan, at hann valdi at taka floytuna aftur.