Norski hondbóltsspælarin, Heidi Løke setti ígjár eitt norskt met, tá lið hennara, Larvik í einum dysti í bestu norsku hondbóltsdeildini vann 41-30 á Selbu.
Heidi Løke skeyt ikki færri enn 24 av teimum 41 málunum hjá Larvik, also meir enn helvtina av málunum hjá Larvik.
Talan er um norskt met, fyri bæði kvinnur og menn. Gamla metið átti Heidi Sundal, sum skoraði 21 mál í einum dysti afturi í 1988. Tað staðfestir pressutalsmaðurin hjá Larvik, Svein André Svendsen við norsku tíðindastovuna, NTB.
Venjarin hjá Larvik, Karl Erik Bøhn var næstan málleysur um avrikið hjá Heidi Løke: - Tað var ikki smávegis avrik av henni, og hon fekk tað at síggja so lætt út at skora øll hasi 24 málini, segði Karl Erik Bøhn við NTB.









