Ósketni og gáloysni við trygdini ?kostaðu føroyskum fiskimanni lívið

Vanlukkan umborð á danska trolaranum Darwin, sum í august í fjør kostaði einum føroyskum fiskimanni lívið, stóðst av ósketni og gáloysni við trygdini umborð, sigur Sjóferðslustýrið

Tann 47 ára gamli Magni Olsen av Toftum doyði, tá hann datt niður í lastina á danska ídnaðartrolaranum Darwin í Norðsjónum tann 19. august í fjør. Ein tyrla fór út til skipið eftir manninum og flutti hann á sjúkrahús, men læknarnir kundu bara staðfesta, at maðurin var deyður.
Nú hevur danska Sjóferðslustýrið kannað tilburðin. Í frágreiðingini, sum júst er komin, sigur stýrið, at Magni Olsen hevði verið niðri og reinsað lastina, og at hann eftir øllum at døma hevur mist fótafestið, tá hann var á veg upp aftur á dekkið. Eingin sá, hvat hendi.
Sjóferðslustýrið skrivar í frágreiðingini, at Darwin hevði trygdarútgerð, men at eingin av manningini brúkti hana. Stýrið sigur eisini, at manningin hevði ikki fingið ta neyðugu kunningina um, hvussu trygdarútgerðin skal brúkast, og at hvørki eigarin ella skiparin høvdu vilja ella vitan til at menna ein góðan trygdarhugburð umborð á trolaranum.