Skervur til Norðoyatunilin

Eitt skip er komið á Klaksvíkina úr Noregi við 3.500 tonsum av skervi, sum skal leggjast í vegøkslina í Norðoyatunlinum

Klaksvík

Rúgvan av kervi er stór, har hon liggur á økinum í Klaksvíkini, sum eitt nú er planerað til handilsmiðstøð í býnum.
Heri Hammer, býarverkfrøðingur í Klaksvík, sigur, at skervurin skal leggjast út í vegøkslina í Norðoyatunlinum.
- Eg havi skilt, at talan er um tilsamans 3.500 tons av skervi, sum tilsamans fylla eini 2.000 rúmmetrar.
Býarverkfrøðingurin veit at siga, at skervurin verður lagdur út í vegøkslina gjøgnum allan Norðoyatunnilin.

Tíðin heldur
Vit spurdu eisini Hera Hammer, sum situr í nevndini fyri Norðoyatunnilin, um tíðin fyri upplatingini av tunlinum fer at halda.
- Jú, tað havi eg skilt, at hon fer.
Soleiðis er líkt til, at alt gongur eftir ætlan, og at koyrandi verður undir Leirvíksfirði leygardagin, 29. apríl.