Upptakt
Tað hevur gingið alt annað enn væl hjá VB seinastu vikurnar. Botnurin á stigatalvuni er støðugt komin nærri, og nú TB vann sær trý stig seinasta vikuskiftið, er nógv sum bendir á, at talan í næst seinasta umfarinum verður um sannan grannagysara á Sevmýri.
Teirri støðuni vilja vágbingar sjálvandi sleppa undan, og tí er nærum eitt krav, at trý stig verða fingin til vega sunnudagin, tá NSÍ vitjar.
Skerdur miðvøllur
Men verður hugt at manningarlistanum, so stendur skjótt greitt, at VB ikki stendur við bestu kortunum undan dystinum. Ikki minst á miðvøllinum, har Edvard Ble fekk sítt áttanda gula kort í dystinum móti HB herfyri, og tí leibannaður. Samstundis stendur greitt, at Milan Kulic heldur ikki verður tøkur hesaferð. Vónin var annars, at hann við einari serligari masku um brotnu nøsina kundi spæla sunnudagin, men tað hevur víst seg, at brotið ikki var nóg pent, og tí var hann aftur lagdur undir skurð á hósdagin.
Hartil er Jón Krosslá heldur ikki tøkur, eftir at hann í einum arbeiðsóhappi meiddi sær nakrar vøddar í beininum, og somuleiðis er John Poulsen ivasamur, eftir at hann noyddist av vøllinum móti HB við liðbandsskaða.
Royna møguleikan
Hjá NSÍ mundi seinasti møguleikin fyri gullinum fara, tá teir ikki megnaðu at taka øll stigini frá Skála mánakvøldið, men fyri tað ætla vespurnar sær at stríðast, tað sum eftir er.
- So leingi vit hava møguleika at klintra eitt fet ella tvey upp eftir talvuni, so ætla vit okkum at royna, eru boðini úr Runavík, har talan tykist vera um á leið somu manning, sum mánakvøldið royndi seg móti Skála. Tað vil siga, at hvørki Kári Hansen ella Gert Langgaard enn eru tøkir, eins og Ikechukwu Onyema framveigs er úri við skaða. Leikbann kenna teir einki til í Runavík í hesum umfarinum.