Skert U21 landslið

Fleiri U21 landsliðsleikarar, sum hava spælt nógv hesa undankappingina, eru ikki tøkir fríggjakvøldið

Fríggjakvøldið skal føroyska U-21 landsliðið aftur í eldin, eftir ein steðg síðani útidystin móti Georgia í mars í ár.

 

Føroyska U-21 landsliðið hevur sum heild havt eina góða undankapping hesa ferðina, har Føroyar hava fingið fimm stig í seks dystum.

 

Men fríggjadagin verður talan um skert føroyskt lið. Fimm av teimum 11 sum hava spælt mest hesa undankappingina, eru nevniliga ikki tøkir til landsdystin móti Finnlandi á Svangaskarði fríggjakvøldið.

 

Teir fimm eru Erlendur Magnusson úr B36, Teit Jacobsen úr HB, Meinhard E. Olsen úr B36, Hákun Edmundsson úr KÍ og Bjarni Petersen úr B36. Av teimum hevur Meinhard E. Olsen leikbann, meðan allir hinir fýra í løtuni sita uttanfyri við skaða.

 

Tí kemur U21 landsdysturin fríggjakvøldið at geva møguleika fyri fleiri øðrum leikarum. Ein av teimum sum helst kemur at fáa sín fyrsta U-21 landsdyst fríggjakvøldið er toppskjúttin í føroysku kappingini, Adrian Justinussen, sum enn ikki hevur verið á vøllinum hesa undankappingina.

 

U-21 landsdysturin millum Føroyar og Finnland verður leiktur klokkan 17:00 fríggjakvøldið á Svangaskarði. Fyrri dysturin millum londini bæði, endaði við 1-1 javnleiki í Finnlandi í fjør.

 

Føroyski U21 landsliðshópurin móti Finnlandi:

Elias Rasmussen, Víkingur

Karstin Hansen, Skála

Jóannes K. Danielsen, KÍ

Ari Olsen, Skála

Steinbjørn Olsen, KÍ

Bartal Wardum, HB

Ólavur Niclasen, KÍ

Pætur Petersen, EB/Streymur

Salmundur Bech, TB/FCS/Royn

Betuel Hansen, NSÍ

Jákup B. Andreasen, KÍ

Benjamin Heinesen, B36

Dan í Soylu, HB

Hannes Agnarsson, B36

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Høgni E. Nielsen, 07 Vestur

Petur Knudsen, NSÍ

Adrian Justinussen, HB

Búi Egilsson, TB/FCS/Royn

Jákup L. Thomsen, Thisted FC (DEN)