Skert ólavsøkukór í ár

Tað verður eitt skert ólavsøkukór, sum fer at framføra á Tinghúsvøllinum í ár.

Tað sigur nevndin í Kórsambandi Føroya í dag, og orsøkin er sum vera man smittuvandin av koronasmittuni, sum framvegis ger seg galdandi.

Nevndin í kórsambandinum ger greitt, at hon metir tað ikki vera ráðiligt at skipa kórsangin ólavsøkumorgun, sum hann vanliga hevur verið.

– Seinastu árini hava væl omanfyri 200 sangarar úr øllum landinum mannað kórið. Um tilmælini skula haldast, ber hvørki til at hava venjingar ella at framføra á Tinghúsvøllinum við so nógvum sangarum, sigur kórsambandið.

Tað verður tó talan um eitt skert kór, ið fer at syngja eftir guðstænastuna og skrúðgonguna.

Kórsambandið hevur tí heitt á Havnarkórið um at taka sær av framførsluni á Tinghúsvøllinum í ár. Tískil er luttøkan í ólavsøkukórinum ikki almenn í ár.

– Vit í Kórsambandinum eru greið yvir, at hetta eru ring tíðindi hjá mongum kórsangarum, tí hjá nógvum er luttøkan í ólavsøkukórinum sjálvt hæddarpunktið í tjóðarhátíðini. Vónin er sjálvandi at øll skilja støðuna og at tað næsta ár verður sungið og framført sum vanligt.