HÁTÍÐARHALD
Fyri sløkum tveimum vikum síðani fingu allir skúlar kring landið boð frá landsstýrismanninum í mentamálum um at brúka mikudagin 20. mars til at hátíðarhalda yvirtøkuna av føroyska skúlanum. Men longu nú letur til, at tað verður ikki stórur hátíðardámur á øllum skúlum.
- Nakað verður gjørt burturúr, men tað verður avmarkað. Vit kunnu ikki keypa tilfar til hátíðarhaldið, um vit hava brúk fyri tí, so tað verður eitt skert hátíðarhald, sigur Ásmund Lamhauge, skúlastjóri á skúlanum á Glyvrum.
Hann fýlist á, at skúlarnir hava fingið ov stutt skoðbráð til at fyrireika dagin. Spurdur um lærararnir leggja nógv í dagin, sigur hann.
- Flestu lærararnir halda, at tíðin er ikki tann rætta til at hátíðarhalda yvirtøkuna. Hátíðarhaldið skuldi verið beint eftir nýggjár. Í mínum hugaheimi er tað óveruligt at skipa fyri hátíðarhaldi nú, tí skúlin varð yvirtikin í 1979 fyrisitingarliga og fíggjarliga á nýggjárinum.
- Allir flokkar hava ársætlanir, har øll tiltøk eru tilrættaløgd. Eitt slíkt hátíðarhald grípur inn í ætlanirnar sum eru. Eisini hava vit flokkar, sum eru í starvsvenjing og aðrar flokkar, sum eru í holt við verkætlanaruppgávu. Men vit hátíðarhalda kortini, tí vit hava fingið eini kravboð og bara tí.
Eisini Føroya Lærarafelag finnst at, at yvirtøkan skal hátíðarhaldast nú.
- Flest allir lærarar fara treyðugt undir hetta hátíðarhald, og tað er av fleiri orsøkum. Í fyrsta lagi tí tað er boðað frá við so stuttum skotbráði, í øðrum lagi tí henda tíðin longu er fastløgd í skúlunum, og í triðja lagi tí lærararnir eru rasandi um, at Mentamálastýrið í loyndum hevur fingið nakrar próvtøkuuppgávur til vega so ella so, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag.
Blokadan hjá Føroya Lærarafelag mótvegis savnsrøktini ger, at skúlarnir ikki kunnu keypa tilfar og annað til hátíðardagin.
Endamálið við hátíðarhaldinum er sambært landsstýrismanninum við mentamálum, at yvirtøkan skal gerast tilvitandi í huga næminganna. Hendan dagin er ætlanin, at allir skúlar í landinum skulu arbeiða við evninum Hin føroyski skúlin/Okkara skúli. Skúlarnir gera sjálvir av, hvussu teir skipa evnisdagin, men innihaldið í degnum skal vera yvirtøkan av sjálvum skúlaverkinum.
- Vóni, at hesin dagurin fer at fáa undirtøku úti á skúlunum, og at hetta tiltakið kann styðja undir tilvitanina um okkara skúlaverk, og at tað nú eru vit einsamøll, ið hava ábyrgdina, bæði fyrisitingarliga, fíggjarliga og námsliga. Tað er okkara ábyrgd, at føroyski skúlin framvegis verður ein mentanarberi og ein kunnleikagevi saman við tí uppfostrandi leiklutinum, sum skúlin altíð hevur havt, at tilbúgva næmingin til tað komandi lívið og samfelagið, sigur Óli Holm, landsstýrismaður, í kunning til skúlarnar.










