Longu eftir níggju minuttum misti Frakland málverjan, tá Hugo Lloris fekk reytt kort í Beograd í lykladystinum móti Serbia. Men hóast Serbia kom á odda eftir 13 minuttum, so eydnaðist tað skerdu fraklendingunum at stríða seg til eitt stig. Thierry Henry javnaði eftir hálvum tíma, og so stríddu fraklendingar seg annars til einsamalla stigið, sum framvegis gevur teimum eina góða støðu í royndunum at halda fast um annaðplássið í okkara undankappingarbólki.