Hvalbiar kommuna skrivar, at tankin er at øll skulu vera saman á ein øðrvísi hátt, uttan at verða avbrotin og forstýraði.
Hugsanin er eisini at foreldur kunnu siga við síni børn
- far út og spæl.
Eins og tey gjørdu í gomlum døgum, tí um skermarnir ikki eru ein møguleiki og øll siga tað sama, so eru sannlíkindini stór fyri at tey finna onkran at spæla við, tá tey fara út.
Fyri at lætta um, hevur kommunan skipað fyri felags tiltøkum hvønn dag, í eina viku. Hetta fyri at leggja lag á fría spælið og fyri at vísa á spøl, sum børn spældu áðrenn skermarnir fóru at fylla ov nógv.
Nøkur afturvendandi tiltøk eru, eitt nú, postarenning, langbóltur við plenuna, hagatúrur og at enda verður við felags útisunnudagsskúla.
Undirtøkan og hjálpin til fyriskipaðu tiltøkini hevur verið góð hini árini, tí heldur kommunan, at tað er stuttligt og hugaligt at halda á.
Hvalbiar kommuna vónar at hetta kann eggja fólki at sløkkja skermarnar kring alt landið.