Skerjingin væntandi

Stóra skerjingin í svartkjaftaveiðini kom ikki óvart á vinnuna. – Hetta var altíð væntandi, og vit eru hartil samdir í, at neyðugt var at skerja, sigur Anfinn Olsen, reiðari á Høgaberg og Fagraberg

Í gjár kundi Fiskimálaráðið boða frá, at semja var gjørd um svartkjaftafiskiskapin fyri komandi ár. Og hetta eru at síggja til rættiliga døpur tøl.

Men Anfinn Olsen, sum er reiðari á Høgaberg og Fagraberg, er ikki so dapurtskygdur kortini.

- Eg var sjálvur við á fyrireikandi fundinum undan samráðingunum, og fyri okkum stóð tað greitt, at ein niðurskurður kom. Og satt at siga eru vit samdir um, at ein niðurskurður er neyðugur, sigur Anfinn Olsen.

Hann greiðir frá, at seinasta hálvtannað árið er fiskurin vorðin størri, og tað kann bara merkja eitt av tveimum. Antin verður ov lítið fiskað av stovninum, so fiskurin fær tíð at vaksa seg stóran, ella er tilgongdin av ungum fiski ov lítil.

Framman undan hevur tilgongdin verið stór, og tí hevur verið væl at fingið. Saman við rímiligum prísi hevur tað hildnast rættiliga væl. Og Anfinn Olsen sigur, at heldur prísurin sær, fer tað nokk at ganga, sjálvt við einum so ógvusligum niðurskurði sum 32%.

- Sjálvandi fer ein slíkur niðurskurður at hava stóra ávirkan hjá svartkjafta- og nótaflotan, men hinvegin so er minking í veiðini helst nakað, sum vit mugu venja okkum við. Og fer minkingin at halda fram, koma vit kanska hartil, at skipini mugu umhugsa at sláa seg saman, sigur Anfinn Olsen, reiðari.

Tað hevur annars ligið í luftini, at ein niðurskurður var á veg, og við samráðingarnar í London fyrr í vikuni komu strandalondini ásamt um, at skerja veiðina við 32% fyri komandi ár. Somuleiðis var semja um, at halda fast við verandi býti fyri komandi ár eisini.

Hetta merkir eina samlaða skerjing í veiðini upp á 550.000 tons, og tað gevur ein niðurskurð til okkum upp á góð 145.000 tons.