Í grein herfyri verjir tingkvinna Tjóðveldsins avgerðina at minka játtanina til bústovnar niður í ein triðing. Orsøkin til ógvusligu skerjingina sigur hon vera, at undirritaða á fundi í Fíggjarnevndini upplýsti, at pengarnir ikki fóru at verða nýttir allíkavæl, tí einki var klárt. Hetta er at fara lætt um sannleikan.
Fleiri ítøkiligar ætlanir
Stórur tørvur er á nýggjum nútíðarhóskandi heimum til børn og vaksin við serligum tørvi og bíðilistin at koma á hesi heim er vaksandi.
Í fíggjarlógaruppskotinum frá Landsstýrinum vóru tí 34 mió. settar av í 2011 til fyrireiking og bygging av bústovnum til hendan bólk. Av ætlaðu nýbyggingum vóru íbúðir til sinnisveik, nýggjan stovn til børn við fjølbreki, sum skuldi loysa av Reiðrið, heim fyri heilaskadd og sambýli til fólk við menningartarni í Runavík og Klaksvík.
Annita hevur rætt, tá hon sigur, at fíggjarnevndin spurdi inn til ætlanirnar á kontuni bústovnar. Svarið hjá mær var, at vit enn vóru í eini tilgongd og at ongin materiel heimild lá fyri ætlaðu verkætlanirnar. Altso at lógargrundarlagið ikki var klárt fyri nýbyggingarnar.
At Annita velur at tulka hetta sum um einki var klárt er at fara øgiliga langt.
Raðfestu aðrar verkætlanir
Hetta var helst funnin fressur hjá fíggjarnevndini, sum eftir øllum at døma leitaði við lykt eftir íløgupeningi til at raðfesta aðrar verkætlanir. Tað kann í øllum førum undra, meira enn 30 mió. vóru kanaliseraðar til verkætlanir, sum Landsstýrið hvørki hevur raðfest ella hevur ætlanir um at raðfesta, og har als eingin materiel heimild er tøk.