Skerjingar raka mest útjaðaran

- Okkum tørvar ikki víðgongdar skerjingar í løtuni, hóast spádómarnir eru daprir, og tað verður torført hjá politiska myndugleikanum at taka støðu um fiskidagar fyri komandi fiskiár, heldur Føroya Reiðarafelag

Fiskivinna

 

At taka ov rívan til, nú løgtingið seinni í hesi vikuni fer at viðgera fiskidagar fyri komandi fiskiár, fer at fáa størri avleiðingar fyri útjaðaran enn fyri samfelagið annars.

Tað sigur Føroya Reiðarafelag, sum mælir politisku myndugleikunum til at vísa varsemi.

 

Kalt vatn í blóðið

Orsøkin til, at skerjingar og avmarkingar í veiðimøguleikunum annars serliga fara ganga út yvir útjaðaran, er, at meginparturin av flotanum og fiskaframleiðsluni liggur í útjaðaranum.

- Vit noyðast at hugsa um kontinuitetin í hesum økjum at halda hjólunum gangandi og sláa kalt vatn í blóðið.

Føroya Reiðarafelag vísir á, at hóast spádómarnir í løtuni eru daprir, eru stovnsmetingar ikki altíð álítandi.

- Vit kunnu tískil ikki við hesum sum grundarlagi kubba høvdið av einum stórum parti av vinnuni, men heldur fara hóvliga fram.

 

Ov trongskygt

Felagið heldur, at tá tosað verður

um burðardygga veiði, verður støðið í kjakinum ofta tikið út frá einum ógvuliga smølum sjónarhorni – og í flestu førum gerst hetta bert ein spurningur um umhvørvislig atlit, sum felagið tekur til.

- Ikki tí, at hetta ikki hevur alstóran týdning. Øll eru vit samd um, at fiskastovnarnir skulu varðveitast. Hinvegin er tað ein spurningur, hvussu metingarnar skulu tulkast, og hvat trúvirðið liggur aftanfyri hesar metingar.

Felagið heldur soleiðis, at sjónarhornið um burðardygga veiði eru ov smalt, tí neyðugt er eisini at taka tað burðardygga – sæð út frá tí búskaparliga – við.

 

Sosiali parturin

- Eingin man tora at fara út at fiska, um veiðan ikki sær út til at vera lønandi. Tí er givið, at tað liggur í áhuganum hjá øllum, at vinnan ber seg, og at nóg mikið av tilfeingi er til komandi tíðir eisini.

Føroya Reiðarafelag eftirlýsir eisini tí sosiala partinum í hesum kjaki, har ávirkanin á tey smáu samfeløgini ger seg galdandi.

- Her kemur nevniliga tann triði “faktorurin” inn – tað burðardygga sæð út frá einum sosialum sjónarhorni. Tað er her, vit eru við kjarnuna av málinum, har skerjingar fáa stórar avleiðingar fyri teir, sum fiska. Síðan breiða ringarnir seg til teirra, ið skulu virka fiskin – og at enda óbeinleiðis ávirkanin á nærumhvørvið og samfelagið alt.

Sum ein reyður tráður gjøgnum tað, sum reiðarafelagið hevur at føra fram, nú fiskidagar og veiðiumstøður skulu setast út í kortið, er avleiðingarnar fyri útjaðaran.

 

Útjaðarin viðkvæmur

- Útjaðarin er serliga viðkvæmur fyri møguligum avmarkingum. Klók høvd kunnu saktans siga, at búskapurin í Føroyum í løtuni er førur fyri at bera ein drastiskan niðurskurð, men avleiðingarnar fyri útjaðaran kunnu gerast mønustingurin. Tá partur av vinnuni er fokin, verður trupult at fóta sær aftur.

Felagið heldur, at ein týðandi partur av teirri myndini, sum víst verður av føroyingum úti í heimi, er, hvussu trygg viðurskiftini eru fyri teir, ið knýttir eru at vinnuni á sjónum.

- Skalt tú sannføra triðja partin um burðardygga veiði, verður hetta ikki gjørt við metingum, har trúvirðið frammanundan er ivasamt. Tú noyðist at hava heildarmyndina fyri eyga. Tí er tað av stórum týdningi, at vit fara út við boðskapinum um burðardygga veiði úr einum breiðum sjónarhorni, ið rúmar øðrum elementum enn bert tí lívfrøðiliga, heldur Føroya Reiðarafelag.