Skerjingar og sparingar á Suðuroyar Sjúkrahúsi?

   

Jaspur Vang
Tvøroyri
???????????
Virksemi og fleiri týdningarmiklar tænastur á Suðuroyar Sjúkrahúsi eru niðurlagdar, eins og tað er sera ivasamt, hvørt íløgan og dagføringin av Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri bert fáum árum síðani verða gagnnýtt til fullnar. Mong spyrja tí undrandi, hvørt talan var/er um miðvísar landspolitiskar - og/ella landsumsitingarligar skerjingar og spar-ingar. Komið er har til, at endalig greiða má fáast á hesum viðurskiftum.
Í stóran mun snýr almenna orðaskiftið seg um, hvussu stórar ymisku rakstrarjáttaninar og íløgur-nar á landsfíggjarlógini eru. Í minni mun verður kannað og mett um, hvat borgarin og samfelagið fáa burtur úr hesum rakstrarjáttanum og íløgum. Vit eiga eisini at hava í huga, at gjøgnum rakstrarjáttanir og íløgur stýra landspolitik-ararnir búskaparligu gongdini og tænastustøðinum í ymisku pørtunum í landinum, eins og vit eiga at hava í huga - og hava eyguni eftir, at leiðslurnar á ymisku landsstovnarnir og landsumsitingarnar føra landspolitisku ætlaninar út í lívið og fylgja upp og gagnnýta gjørdar íløgur.

Umbyggingin av Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Fyri fáum árum síðan var um- og útbyggingin av sjúkrahúsbygninginum í oynni liðug. Talan var sjálvsagt um eina tiltrongda dagføring av arbeiðsumstøðunum hjá starvsfólkinum, neyðuga tøkniliga dagføring og menning og eina ábót á umstøðurnar hjá vitjandi sjúklingunum.
So løgið tað enn ljóðar, kunnu vit í dag staðfesta, at eftir útbygginginina verða væl fleiri sjúklingar sendir til kanningar og viðgerðar á Landssjúkrahúsinum, enn áðrenn útbyggingina, eins og kostnaðarmikil nýggj høli og nýmótans útgerð stendur tøk stórar partar av samdøgrinum. Mong ivast í, hvørt samsvar er millum politiska ætlan og íløgu aðrumegin og umsitingarligan vilja og útinnan í verki hinumegin.
Undir øllum umstøðum eigur tað als ikki at vera neyðugt, at sjúklingar og avvarðandi skulu leggja niður fyri einstaka borgaran og samfelagið kostnaðarkrevjandi arbeiðsdag/-ar fyri at fara til mangan lítið tíðarkrevjandi kanningar/ viðtalur á Landssjúkrahúsinum, tá hesar kanningar/viðtalur eins væl kundu fari fram á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tænastustøðið er als ikki nøktandi, tá sjúk børn og eldri, sjúk menniskju árla á morgni, mang-an fastandi, skulu av oynni og um Suðuroyarfjørð til langar bíðirøðir og smávegis kanningar og viðtalur í Havn, tá hesar tænastur kundu verið veittar í oynni. Uttan iva setast mong aftur og fáa ikki tað hjálp, teimum tørvar.

Niðurlagdar tænastur á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Fylgjandi tænastur/funktiónir á Suðuroyar Sjúkrahúsi eru stillisliga niðurlagdar:

?røntgenlækni (vitjaði uml. 14. hvønn dag).
?medicinskur yvirlækni (vitjaði uml.4 ferð pr. mnð.),
?eygnalækni (vitjaði uml. 1 ferð pr. mnð.), og
?oyrnalækni (vitjaði uml. 1 ferð pr. mnð.).

Eisini økispsykiatriska tænastan í oynni er steðga og mugu hesir sjúklingar, hvørs gerandisdagur ikki altíð er so lættur, í størri mun enn áður av oynni til viðgerðar.
At oman fyri nevndu tænastur eru niðurlagdar, hevur við sær, at viðgerðar-tíðin gerst longur, eins og umsitingarliga byrðan veksur. Eitt nú skulu røntgenmyndir, royndir av ymiskum slag og skrivligt tilfarð sendast aftur og fram millum Suðuroyar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið. Vandin fyri skeivleikum og misskyljingum gerst væl heldur ikki minni, jú longur og tyngri samskiftið og umsitingarligu gongdirnar eru.
Arbeiðsorka og peningur verða harumframt nýtt til flutning av sjúklingum millum Suðuroynna og Landssjúkrahúsið, tí nevndu tænastur ikki longur eru í oynni.
Tað sigst, at umsitingar-liga frágreiðingin um, hví omanfyri nevndu tænastur vórðu steðgaðar, var "óloystir lønarspurningar". Ár, fíggjarlógir og lønarsamráðingar á arbeiðsmarknaðinum eru nú farin aftur um bak síðani hesa frágreiðing og kann hon tí ikki longur góðtakast.
Talan hevur verið um at fáa í lag eitt diabetesambulatorium á Suðuroyar Sjúkrahúsi, soleiðis at tey mongu, ið hava hesa sjúku, kundu fingið neyðuga røkt í oynni. Tað er tó langt síðani, at nakað hoyrdist um hesar ætlanir.
Hóast førleika og góðar umstøður at gera skurðviðgerðir á Suðuroyar Sjúkra-húsi og harvið møguleika at skerja bíðilistarnar til skurðviðgerðir á Landssjúkrahúsinum, hevur vilji ikki verið til at veita Suður-oyar Sjúkrahúsi játtan til narkosulækna. Hettar hóast hini bæði sjúkrahúsini í landinum hava slíka játtan.

Stundin er komin, at greiða má fáast á fylgjandi spurningum:
?nær varð avgerð tikin um at niðurleggja nevndu tænastur ?
?hvør tók avgerð um at leggja niður tænasturnar ?
?hvat er veruliga orsøkin til, at omanfyri nevndu tænastur eru niðurlagdar?
?hvat er gjørt fyri at varðveita/seta í verk aftur niðurløgdu tænasturnar?
?hvat bleiv av ætlanunum um diabetesambulatorium á Suðuroyar Sjúkrahúsi?
?hvat er gjørt fyri at kanna, hvørjar tænastur, t.d. skurðviðgerðir av ávísum slag, kundu fari fram á Suðuroyar Sjúkrahúsi?
?verður íløgan í Suðuroyar Sjúkrahús gagnnýtt til fullnar?
?er lækkaða tænastustøðið (skerjingarnar/sparingarnar) á Suðuroyar Sjúkrahúsi grundað á politiskar og/ella umsitingarligar ætlanir og avgerðir ?

Yrkisligi førleikin.
Jú færri førleikakrevjandi tænastur/funktiónir eru í økinum, jú minni verður sjálvsagt yrkisligi førleikin og harvið dugurin í sjúkrahúsinum, eins og yrkisliga umhvørvið og støðið á sjúkra- húsinum sum lærupláss og áhugavert arbeiðspláss fellur.
Havandi í huga, at ein vælvirkandi heilsuskúli er í oynni, eins og politiskar ábendingar eru um, at talan kann verða um at leggja aðra útbúgving innan sjúkrahúsverkið í oynni, er neyðugt, at landspolitiski myndugleikin og landsumsitingin av sjúkrahúsverkinum finna felags stev og seta út í kortið soleiðis, at tænastustøðið og yrkisliga støðið og harvið yrkisliga umhvørvið á Suðuroyar Sjúkrahúsi koma aftur á sama støðið, sum áðrenn framman fyri nevndu skerjingar/sparingar.
Tænastustøðið, yrkisliga støðið og harvið yrkisliga umhvørvið má harumframt miðvíst verða hækkað samsvarandi krøvunum til eitt framtíðar lærupláss og eitt eisini í framtíðini áhugavert og avbjóðandi arbeiðspláss.