Skerjið m.a. dansktímarnar!

Hugstoyttur av læraraformanninum

 

FÆRRI SKÚLATÍMAR OG -DAGAR: Frálíkt, at arbeitt verður við hesum. Vónandi verður tað veruleiki sum skjótast!

 

OV NÓGVIR DANSKTÍMAR:  Danskt hevur alt ov stórt rásarúm í Føroyum, bæði í talumálinum, sum ofta er hálvdanskt, í tímatalinum í fólkaskúlanum og í tí ræðandi nógva danska undirvísingartilfarinum í miðnámsskúlunum! Ja, sjálvt í fólkaskúlanum verður danskt tilfar nýtt í vissum førum!

 

FORMAÐURIN: Harmiligt og ófatiligt at síggja lærarafelagsformannin ávara ímóti skerjing av donskum og at hann væntar, at danskt bert verður ein viðfáningur í Føroyum.

 

Eru vit ikki komin longri í 2019? Hatta er sum at hoyra eina rødd úr farnum øldum!

 

DANSKT: Tað er hent at duga danskt, men máti skal vera við. Danskt hevur framvegis ov stórt rásarúm í Føroya skúla. Lutfallið millum føroyskt og danskt á t.d. miðdeild fólkaskúlans er framvegis ikki nóg gott. Í 7. flokki eru t.d. 5 føroysktímar, 4 dansktímar og 4 ensktímar.

 

Tíðin er farin frá, at danskt skal hava næstan móðurmálsstøðu í Føroyum.

 

Vit mugu avgjørt hava føroyskt undirvísingartilfar til okkara danskundirvísing. Ofta fáast vit við at læra tað sama í føroyskum og donskum. Tað er ikki neyðugt.

 

Tað er alneyðugt at føroyska tað danska undirvísingartilfarið í miðnámsskúlunum!

 

E.S.: Danskt verður ongantíð ein viðfáningur í Føroyum!

 

E.E.S.: Latið okkum endiliga fáa ein sangtíma (felagssang) inn í tímatalvuna!

 

 

 

Við skúlabroytingarkvøðu

Eyðun á Borg

(gamal dansklærari)