Skerjir landsstýrið virkis- og fíggjarligu møguleikarnir hjá kommununum, fer tað at raka kommunala tænastustøðið sera meint, segði Heðin Mortensen, á aðalfundinum hjá KSF Kommunusamskipan Føroya hevði ársaðalfund 28. mars 2008. Í frágreiðing sínari til aðalfundin staðfesti Heðin Mortensen, stýrisformaður, at kommunurnar standa fyri alsamt størri parti av samlaða almenna virkseminum, og at menningin er stór á øllum økjum. Hann fegnaðist somuleiðis um búskaparligu framgongdina úti í kommununum. Skuldin er lág, inntøkurnar vaksandi, og fíggjarorkan góð.
- Hetta er úrslit, ið fyrst og fremst er grundað á skynsama kommunalpolitiska fíggjarstýring, og tey stýringsamboð, sum landið umvegis kommunustýrislógina longu hevur. Hetta er í sjálvum sær ein sólskinssøga og besta prógvið um, at kommunala skipanin virkar, sum hon skal, segði Heðin Mortensen, sum ávaraði landsstýrið um at skerja fíggjarliga sjálvræðið hjá kommununum.
- Verða virkis- og fíggjarligu møguleikarnir skerdir, so sum landsstýrið ætlar, so fer hetta at raka kommunala tænastustøðið sera meint ? serliga tær samfelagsberandi vælferðartænasturnar, ið fylla nógv mest í kommunalu fíggjarætlanunum. Tað gongur út yvir børnini, tey ungu, foreldrini og ikki minst tey eldru, og hetta ganga kommunurnar ikki við til, segði Heðin Mortensen og legði aftrat, at landsstýrið eigur at vita, at hetta er als ikki vegurin at ganga, skulu vit fáa fólk at støðast í Føroyum.
Limakommunurnar í KSF eru Tórshavn, Klaksvík, Runavík, Tvøroyri, Fuglafjørður, Vágur og Sandur. Hetta var tíggjundi aðalfundurin í røðini, síðani sonevnda býarfelagið varð formliga skipað sum Kommunusamskipan Føroya.









