Andstøðulimirnir í Mentanarnevnd Løgtingsins geva nú listafólkum sín fulla stuðul í boykottinum av almennu Føroyum.
- Hetta gera vit, tí vit eru grundleggjandi ósamd í førda mentanarpolitikkinum. Vit sláa fast, at skerjingarnar hjá landsstýrinum á mentanarøkinum eru so ógvusligar, at neyðugt er at taka sterk stig til tess at tala at.
Lagt verður aftrat, at í fyrispurningum á tingi og undir viðgerðini av fíggjarlógini hava andstøðulimirnir fingið staðfest, at mentanarøkið tilsamans skal spara meira enn tvær milliónir krónur.
- Fyri hvørja einstøku játtan er talan um niðurskurðir millum 5 og 20%. Einki annað øki á fíggjarlógini er fyri so stórum niðurskurði í prosentum. Bæði list, bókasøvn, mentanararvur og íløgur verða meint rakt. Tá samgongulimir føra fram, at skerdu pengarnir verða fluttir til annað virksemi, er tað als ikki rætt. Mentanarøkið verður samanumtikið ógvusliga skert.
Tað, sum harmar andstøðulimirnar mest, er: 1) Óskiljandi og ógvusligi niðurskurðurin av Mentanargrunninum, 2) Stóra skerjingin av játtanini til tónleik og sang, 3) At játtan til søvn og mentanarvirksemi kring landið verður skert og 4) At eingin Tjóðpallur er í væntu.
- Tað kann á ongan hátt góðtakast, at samgongan skerjir játtanina til Mentanargrunnin, ið sum kunnugt umboðar frælsu mentan og list okkara. Samgongan ger seg við hesum beinleiðis inn á sjálvan hjartaslátturin í føroyskum mentanar- og listaumhvørvi.
Teir tríggir andstøðulimirnir leggja aftrat, at Mentanargrunnurin eigur lívið í óteljandi verkætlanum, framsýningum, útgávum og tiltøkum, sum ár um ár ríka okkara tjóð, avbjóða okkara veruleikafatan og umboða okkara lítla, men stórsligna land úti í heimi.
- Samgongan ætlar at skerja Mentanargrunnin við 20 prosentum, sum sostatt er lutfalsliga størsta einstøka skerjingin á fíggjarlógini. Hetta av eini játtan, sum frammanundan er so ósømiliga lítil, og sum verður tagað sundur millum frítíðarítriv og yrkislist.
Gunvør Balle, næstforkvinna í mentanarnevndini, Høgni Hoydal, nevndarlimur og Rigmor Dam, nevndarlimur, halda, at tað er ein dáragerð at skerja játtanina til tónleik og sang og at lata játtanina til Musikkskúlan standa í stað.
- Henda játtan er ikki hækkað í fleiri ár við tí úrsliti, at virksemið skúlans stútt og støðugt verður skert, siga tey trý, sum umboða andstøðuna í Mentanarnevnd Løgtingsins.