Skerja samstarvsmøguleikarnar

Í gjár høvdu borgarstjórarnir í Fuglafjarða Kommunu, Leirvíkar Kommunu, Gøtu Kommunu og Klaksvíkar Kommunu fund, har ið teir umrøddu nýggja uppskotið til løgtingslóg um sjálvbodna kommunusamanlegging. Uppskotið er sent kommununum til hoyringar, og hesar fýra kommununar hava skrivað eitt skriv, sum er sent út í dag.

Borgarstjórarnir eru grundleggjandi samdir um viðmerkingarnar. Tó skulu hinir bygdaráðslimirnir eisini takast við uppá ráð, áðrenn ein endalig útmelding kemur. Men í skrivinum harmast teir um, at uppskotið forðar fyri, at Klaksvíkar, Fuglafjarðar, Gøtu og Leirvíkar kommunur fara í eitt samstarv.
Í skrivinum vísa teir á, at nýggju samferðslumøguleikarnir opna fyri higartil ósæddum samstarvsmøguleikum. Borgarstjórarnir vilja fegin varðveita so stóran sjálvsavgerðarrætt sum gjørligt. Teir taka tó undir við, at landsstýrið ger karmar fyri kommunusamanleggingunum. Spurningurin er so, um Klaksvíkar, Fuglafjarðar, Gøtu og Leirvíkar Kommuna fara at gerast ein kommuna í framtíðini. Kommununar ynskja í øllum førum at hava tann møguleikan.