Skerja samráðingarrættin

Á amerikanska statinum Wisconsin eru fólk sera misnøgd við, at tingið í statinum hevur samtykt at skerja samráðingarrættin hjá almennum starvsfólki. Avgerðin fall í tinginum fríggjadagin, og í gjár vóru fólk í tíggjutúsundatali í gøtunum og mótmæltu samtyktini og kravdu, at tann republikanski guvernørurin Scott Walker skal leggja frá sær.

Mótmælini í Wisconsin hava breitt seg til fleiri aðrar statir. Í New York tóku fleiri túsund fólk lut í einari mótmælisgongu, og í Chicago og Columbus í statinum Ohio og í Austin í Texas vóru eisini mótmælisgongur. Tað sama var í Miami í Flordia.

Tað er ikki bara í Wisconsin, at teir lokalu politikararnir ætla at skerja samráðingarrættin hjá almennum starvsfólki. Somu tankar eru frammi í Ohio, Tennessee, Idaho, Indiana, Iowa og Kansas, skrivar AP.