Skerja ikki oljuframleiðsluna

Felagsskapurin hjá oljuútflytaralondunum, OPEC, hevur biðið Noreg skerja oljuframleiðsluna til tess at fáa prísin í eina meiri støðuga legu.

Men Noreg fer ikki at gera eftir áheitanini, sigur Einar Steensnæs, oljumálaráðharri. Hann sigur, at norska stjórnin fer at fylgja gjølla við gongdini á marknaðinum, og skuldi tað hent, at prísurin fellur nógv, er stjórnin til reiðar at taka neyðug stig. Tað gjørdi Noreg eisini í 1998 og í 2001, men sum er er eingin orsøk til at taka nakað tílíkt stig, sigur Einar Steenanæs.

OPEC-londini samdust á fundi í síðstu viku um at skerja framleiðsluna tvær milliónir tunnur. Um orsøkina varð sagt, at stigið er neyðugt, tí roknast má við, at framleiðslan í Irak fer í gongd aftur um stutta tíð. Harafturat varð víst á, at síðani kríggið í Irak endaði, er oljuprísurin fallin úr 30 niður í einar 25 dollarar fyri tunnuna.