Danska stjórnin hevur fyrrapartin almannakunngjørt sínar ætlanir um at broyta eftirlønarskipanina og at hækka pensjónsaldurin. Ætlanin ber sum væntað í sær, at verandi eftirlønarskipan verður sett úr gildi yvir eitt tíðarskeið, soleiðis at pensjónsaldurin verður 67 ár í 2022.
Samstundis kemur ein skipan við fyritíðarpensjón til tey eldru, og hon verður galdandi fyri øll, sama um tey eru í arbeiðsloysiskassa ella ikki.
Uppskotini hjá stjórnini gera, at eftirlønin verður skerd frá 2014 hjá øllum, sum eru millum 45 og 56 ár. Hjá teimum, sum eru eldri enn 57, verður eingin broyting.
Stjórnin hevur fyrr boðað frá, at hon fór at hækka fólkapensjónsaldurin. Í ætlanini sæst, at fólkapensjónsaldurin skal hækka úr 65 í 67 frá 2019.
Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, segði á tíðindafundi fyrrapartin, at við broytingunum hjá stjórnini fer ríkiskassin at spara 18 milliardir krónur í 2020.
Tann stóri spurningurin er nú, um stjórnin fær meiriluta í Fólkatinginum fyri broytingunum. Danski Fólkaflokkurin hevur gjørt greitt, at hann tekur ikki undir við at seta eftirlønarskipanina úr gildi, og politiski viðmerkjarin Hans Engell sigur við TV2, at DF kann ikki góðtaka tað, sum stjórnin hevur lagt fram í dag.