Skerja 100 milliónir av íløgunum

Tórshavnar býráð hevði á fundi í gjárkvøldið til viðgerðar fyrstu viðgerð av uppskoti til fíggjarlóg fyri komandi ár. Hon javnvigar við 656 milliónum móti 747 milliónum krónum í ár

FÍGGJARLÓG

Leo Poulsen

leo@sosialurin.fo


Tað verður skorið munandi niður í íløgunum hjá Tórshavnar kommunu fyri komandi ár.

Meðan rakstrarútreiðslurnar vaksa góðar níggju milliónir, minka íløgurnar smáar 99 milliónir. Samstundis er talan um ein vøkstur í íløgum frá 2007 til 2008 við einari tvífalding, úr 147 milliónum upp í 257 milliónir krónur.

- Orsøkin til henda stóra vøkstur er, at tað tekur tíð at seta verkætlanir í verk. Tað skal nógv forarbeiði til, ikki minst projektering, og tí hevur ikki verið møguligt at sett tey arbeiði í verk, sum nú eru í gongd, fyrr enn nú, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Talan er ikki minst um stóru skúlabyggingarnar, sum eru farnar í gongd, tann við Løgmannabreyt og tann á Hamrinum á Argjum, verkætlanir, sum kosta um 400 milliónir krónur tilsamans.

Uppskotið til fíggjarlóg var sum nevnt fyri á býráðsfundi til fyrstu viðgerð í gjár, og har var uppruna uppskotið hækkað úr 617.692 milliónum upp í verandi 656.892 milliónir krónur, og var samtykt samsvarandi.

Rakstrarútreiðslurnar eru hildnar á 2008-støði tó við teimum hækkingum, sum neyðugar eru í sambandi við lønarvøkstur og tílíkt.

Inntøkurnar verða mettar til 604.796 milliónir, og síðani verða framfluttar góðar 39 milliónir frá í ár, sum ikki nýttar íløgur. Restin, góðar 12 milliónir, verður fíggjað við tøkum peningi.


Skúlin kostar mest

Tórshavnar kommuna er í holt við eina munandi útbygging á skúlaøkinum, og tað verða eisini íløgur í skúlabygging, sum er nógv tann størsti posturin í íløgupakkanum hjá kommununi komandi ár. 87 milliónir krónur – ella væl meiri enn helvtin av samlaðu íløgunum – fara til skúlabygging, fyrst og fremst til skúlan við Løgmannabreyt og á Harminum á Argjum, men eisini Nonnuskúlin skal útbyggjast við nýggjum bygningi komandi ár.

Í heila tikið fyllir skúlabygging rættiliga nógv, eisini á langtíðarætlanini hjá Tórshavnar kommunu. Góðar 80 milliónir í 2010, 75 milliónir í 2011 og 60 milliónir krónur verða settar av í 2012.

Hinvegin verður lítið og einki gjørt við útbygging á barnaansingarøkinum. Tað eru serliga vegir og allarmest vatnveitingar, sum fylla nógv í langtíðar ætlanunum hjá kommununi. Eisini koma íløgur til eldraøkið við á langtíðar ætlanina frá 2011.

Barnaansingarøkið er so at siga fult útbygt, og tað er í sag eingin, sum ikki fær sítt barn ansað. Men kortini verður talan um nakrar minni byggingar komandi árini, sigur Heðin Mortensen.

Ítróttur og frítíðarvirksemi eru við á fíggjarlógini sum ein stórur postur komandi ár, og eisini í 2010 fær hesum postur rúmar ræsur. Men so sæst einki aftur til nakra útbygging aftrat innan ítrótt og frítíð í langtíðar raðfestingini.


Aðrar útbyggingar

Hildið verður annars fram við ymsu útbyggingunum. Kloakkir hava fylt nógv í hesum valskeiðinum, og hildið verður fram við útbyggingunum á hesum økinum eisini komandi ár.

Hestur hevur fingið nýggja kloakkskipan, nógv er gjørt við at reinsa áirnar í Havn, og nú verður skipanin útbygd í Nólsoy.

Renovatión, Kirkjugarður og fríðkan av býnum fáa millum tvær og tvær og eina hálva millión, og barnaansingin og eldraøkið fáa ávikavist tvær og fimm milliónir krónur til útbygging.

Og at enda verða settar av fimm milliónir til framhaldandi gerð av Glyvursvegnum, 1.-4. stig.

Uttan fyri vanliga íløgukarmin liggur útbyggingin av smábátahavnum í kommununi, og fyri komandi ár verða avsettar fýra milliónir til hetta endamálið.

- Fíggjarstøðan er góð í Tórshavnar kommunu. Vit skylda ongar pengar og kunnu í prinsippinum lána eina heila álíkning, sum svarar til 600 milliónir, so ikki kann sigast annað enn, at tað stendur væl til í Havn, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, um fíggjarlógaruppskotið fyri 2009.