Skeriorkan útbyggjast fyri 20 miljónir krónur

- Tað gevur størri virðisøking, tá smái makrelurin og smáa sildin verða skorin, enn tá sami fiskur verður seldur óvirkaður, sigur stjórin á Varðanum Pelagic, Bogi Jacobsen.

 

Tá nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Árni Skaale, saman við sínum aðalstjóra, Rógva Reinert, vitjaði á Varðanum Pelagic á Tvøroyri um miðjan februar, hevði stjórin á stóra uppsjóvarvirkinum, Bogi Jacobsen, eina stutta framløgu fyri gestunum.

Her greiddi Bogi Jacobsen frá um virksemið og um framtíðarætlanir hjá Varðanum Pelagic, sum í undanfarna ári seldi heili 107.423 tons av fiski til fleiri enn 30 lond.

Bogi Jacobsen visti eitt nú at siga, at teir í løtuni eru í holt við at útbyggja flakaskeringsøkið á virkinum fyri 20 miljónir krónur, og høvuðsparturin av hesi útbygging er, at virkið skjótt fær fýra nýggjar Bader-skerimaskinur aftrat.

 

Vit hava spurt Boga Jacobsen um hesa útbygging, og hann sigur, at virkið sum er hevur fýra Bader-skerimaskinur, og nú koma so fýra maskinur aftrat, soleiðis at kapasiteturin til flakaskering verður tvífaldaður. 

 

- Vit høvdu seks flakamaskinur inni á gamla virkinum, áðrenn virkið brendi, og vit hava altíð hugsað okkum fleiri enn hesar fýra maskinurnar, sum vit hava havt á nýggja virkinum.

Bogi Jacobsen sigur, at nýggju skerimaskinurnar serliga eru ætlaðar til makrel og sild, og so løgið tað kanska ljóðar, er tað tann smái fiskurin, ið best loysir seg at skera.

 

- Jú, tað er rætt, at hetta vendir eitt sindur øvut - tað, at tað loysir seg betur at skera smáa fiskin enn hin størra. Hin størri fiskurin hevur betri prís enn hin smái, og tað hevur eydnast okkum at fáa størri virðisøking í smáa fiskin, tá hann verður skorin, sigur hann.

 

Stjórin á Varðanum Pelagic vísir á, at ætlanin við at útbyggja skerikapasitetin er meira at vera klárur og kunna skera meira, tá fiskurin er smáur. 

 

- Vit ætla, at tær fýra nýggju linjurnar skulu standa klárar, tá makrelvertíðin byrjar aftur í summar. Alt eftir, hvussu fiskurin er, verður meira og minni skorið. 

Bogi Jacobsen sigur, at bæði við makrelinum og sildini loysir tað seg betur at skera tann smáa fiskin.

 

- Tað er her, vit kunnu virðisøkja tilfeingið, sum altíð er okkara fremsta mál. Við einari størri skeriorku, kunnu vit soleiðis eisini fáa meira burtur úr hvørjum kilo av tí smáa, ið skipini fáa. Hetta eru vørur, sum vit serliga selja á evropeiska marknaðinum, sigur stjórin.

 

Høvuðsráfiskanøgdirnar hjá stóru uppsjóvarvirkjunum eru makrelur, sild, lodna og svartkjaftur. 

 

- Sum er, verður eingin svartkjaftur skorin og heldur eingin lodna. Hinvegin seldu vit í fjør heili 17.000 tons av heilfrystum svartkjafti til matna, og hetta var vøra, sum varð fryst í blokk og serliga fór til Afrika, Russlands og Asia, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic.

 

Rakstrarstjóri á stóra uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri er Ólavur Bjarkhamar.

 

##med2##

 

- Virðisøking er altíð okkara fremsta mál, sigur stjórin í Varðanum Pelagic.